Uttanlands

Nikki Haley vunnið sítt fyrsta undanval

Trump hevur vunnið øll hini undanvalini higartil – Í morgin er Super Tuesday, har undanval verða hildin í 15 statum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-04 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi guvernørurin og ST-sendikvinnan Nikki Haley vann í gjár republikanska undanvalið í Washington, D.C.

Talan er um fyrsta sigur hennara í hesum forsetavalstríðnum og eisini fyrstu ferð, at ein kvinna vinnur eitt republikanskt undanval, skrivar Reuters.

Haley fekk 62,9 prosent av atvkøðunum, meðan mótstøðumaður hennara, fyrrverandi forsetin, Donald Trump fekk 33,2 prosent.

Hóast sigurin er Trump framvegis langt frammanfyri Haley. Hann hevur nevniliga vunnið øll hini undanvalini higartil í statunum Michigan, Missouri, Idaho, Iowa, New Hapshire, Nevada, South Carolina og í Jomfrúoyggjunum.

Í morgin er sonevndi Super Tuesday, har undanval verður í heili 15 statum, m.a. Texas og California. Tilsamans 874 valfólk 36 prosent av øllum valfólkunum - eru uppá spæl.

Haley ella Trump skulu hava 1.215 valfólk fyri at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum. Í løtuni hevur Trump 244, meðan Haley hevur 43 skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder