Føroyingar fáa endiliga høvi at síggja føroysk-danska spælifilmin NINA, ið varð filmaður á Kalsoynni summarið 2017. Filmurin hevur nevniliga almenna frumsýning 12. septembur í teimum føroysku biografunum
Filmurin er ein kærleikssøga um rithøvundan Ninu, sum í síni tráan eftir sjálvræði fer á eina heilt nýggja leið fyri at flýggja úr sínum einsemi.
NINA, ið fer fram í Mikladali, hevur verið sýndur á filmsfestivalum kring heimin. Filmurin hevur millum annað verið á stórum festivalum sum Miami Film Festival í USA, á Lübeck Film Festival í Týsklandi og Molodist Kyiv International Film Festival í Ukraina.
Tað er tí stórt og spennandi, at filmurin endiliga kann sýnast í heimlandinum við einum góðskustempul frá viðurkendum festivalum. Filmurin kann síggjast bæði í Havn og í Klaksvík.
Meira at vita um filmin og ferðina hjá NINA, ber til at fáa her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald