2018-12-15 17:00
Hesa tíðinina síggjast alt fleiri jólamenn, vættrar og nissur, og sunnudagin verður roynt at savna hesi til jólatúr í Vági.
Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum bjóðar til nissurenning ella gongutúr, har einasta ynski er, at ein er sindur jólaligt ílatin, áðrenn fari verður gongu, renni ella súkklutúr.
Tey luttakandi hittast mitt í Vági, hjá Visit Suðuroy í Miðlatúnið, har kunning verður um túrin, og har øll kunnu luttaka, tí teinin avgerð ein sjálvur.
Eftir tiltakið verður drigið um nakrar lutir, millum øll tey ið hava luttikið, og so verður sjálvandi okkurt at drekka og eta eisini.
Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 17.00 sunnudagin, við Miðlatún í Vági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald