Kalendarin hjá danska kongshúsinum snýr seg í ár um ríkisfelagsskapin. Nissugentan hjá drotningini fer at leita eftir sínum systkjum, sum búsettu seg í ávikavist Føroyum og Grønlandi undir kongavitjanini hjá Christiani 10. og Alexandrinu drotning í 1921.
Hesi jólini eru sostatt 100 ár liðin, síðan Nissuhúskið seinast var saman á gamla loftinum á Amalienborg.
Og eftir at hava verið í Føroyum í nakrar dagar hevur nissugentan hjá drotningini endiliga funnið bróðirin, sum hevur búði her síðani kongavitjanina. Hon leitaði fyrst í Bø og síðani í Saksun, men har var ein kongsnissa at finna.
Men 7. desember fann hon hann beint við Múrin í Kirkjubø, tí at Múrurin líkist tekningini frá 1844 hjá Fríðriki krúnprinsi (7.) – ein tekning, ið gav Nissugentuni ferilin av, hvar bróðirin var – og førdi tey bæði nissusystkini saman aftur eftir 100 ára skilnað.
(Mynd: Kongshúsið)
Í dag eru tey farin til høvuðsstaðin, og høvdu eina harða lending á einari av konónunum hjá Kristiani 7. á Skansanum í Havn.
Hóast Nissubróðurin hevur ansað væl eftir dýrabaru pakkunum hjá drotningini, eru nakrir horvnir á ein gátuføran hátt, áðrenn tey skuldu lenda í høvuðsstaðnum í tí óstøðuga føroyska veðrinum.
Tað eru keðilig tíðindi, tí áðrenn Nissugentan fór avstað norðureftir, bað drotningin hana ansa væl eftir gávunum. Drotningin legði dent á, at tær bara skuldu latast upp, um nissurnar hava brúk fyri hjálp á miklu jólaferðini. Og hjálp – tað kundu tær trongt til nú! So tær mugu út at leita eftir pakkunum.
(Mynd: Kongshúsið)
Tí fara tær fyrst út á Tinganes, elsti býarpartur í høvuðsstaðnum. Tað sigst, at tey fyrstu norsku landnámsfólkini settu sítt fyrsta ting her á staðnum, og tó at nissur eru gamlar, er tað hóast alt fyri teirra tíð. Hvørki Nissugentan ella Nissubróðirin trúgva uppá, at tey hava mist jólagávurnar av óvart. Onkur annar má hava tikið tær. Á einum stórum steini stirðnar Nissubróðurin knappliga. Hann heldur seg vita, hvør ið hevur tikið jólagávurnar. Tað krevur nógv at fáa eina pappnissu at stirðna – so tað, ið er í væntu hjá nissunum báðum, kann ikki vera heilt vandaleyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald