Summir føroyingar eru upp á fornavn við eina heila tjóð. Ein teirra er nú ikki til meira.
Hóast Njál McKay Djurhuus búði í Noregi tað mesta av lívi sínum, so vistu nærum allir føroyingar hvønn tosað var um, tá tosað var um Njál.
Jú, tað er hann, sum plagar at røða á Vaglinum undan midnáttarsanginum á ólavsøku. So vistu øll, hvør talan er um.
Í morgun bórust boðini um, at Njál McKay Djurhuus, hevur givið upp andan eftir at hava verið sjúkur í eina tíð. Njál gjørdist 83 ára gamal.
Njál Djurhuus halgaði, saman við konuni Ernu, sum andaðist í 2016, sítt lív til virkið í Frelsunnarherinum. Føddur og uppvaksin í Havn, men tey virkaðu tað mesta av lívinum í Oslo, ikki bara í samkomunum har, men serliga úti á gøtunu millum tey fátækastu í norska høvuðsstaðnum. Njál brúkti nógvar nætur at ganga rund í gøtunum í Oslo og tryggja sær, at drykkjufólk, narkomanar og onnur, sum ikki høvdu nakað stað at vera um náttina, høvdu tað gott, og hann bjóðaði teimum eisini at koma innar til Frelsunnarherin at fáa suppu, eitt bað og eitt gott orð ella bøn á vegnum.
Ein sannur stríðsmaður, sum virkaði eftir leiðreglunum hjá William Boot, ið stovnaði The Salvation Army í 1865.
Bernhard Højgaard Petersen, ein av hermonnunum í Frelsunnarherinum í Havn, skrivar á Facebook í morgun, at Njál var ein rættur føroyingur, ‘salvationistur’ og eitt fantastiskt menniskja, sum nú er ‘forfremmaður til herligheitina’. Norskar vendingar eru ikki óvanligar at hoyra í hesi samkomuni, og Njál var kanska tann, ið var mest kendur fyri slíkar ‘fornorskingar’ av føroyska málinum.
Njál og Erna Djurhuus fingu í 2007 gullmedalju frá Noregskongi (Mynd: kongehuset.no)
Men fólk elskaðu at hoyra Njál prædika. Serliga á Vaglinum ólavsøkukvøld undan midnáttarsanginum, tá Njál, sum trúfastur vitjaði heimlandið á ólavsøku, kundi rúnarbinda føroyingar í túsundavís við sínum prædikum, sum lýstu av lívsklókskapi, sterkari trúgv og mannatokka. Av sonnum ein fyrimynd hjá nógvum menniskjum.
Fyri sítt stóra hjálpandi arbeiði millum tey fátæku í Oslo, vóru Njál og Erna Djurhuus í 2007 heiðrað við gullheiðursmerki frá Haraldi kongi. Í 2021 fekk Njál heiðurbræv “fyri væl útint verk, teimum veikastu at gagni” frá Tórshavnar kommunu.
Í 2019 kom út bók um Njál og lívsverk hansara, sum Óli Jacobsen skrivaði. Heitið á bókini er "Njál - ljós í skugga". Myndin ovast í hesi greinini er forsíðumyndin á hesi bókini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald