Innanlands

Skuldi njósa og endaði á vegoyggj

Ein bilførari í Runavík misti heilt stutt tamarhaldið, tá hann skuldi njósa, men tað førdi ikki til nakran serligan skaða - eitt ferðafólk í Vágum varð tikið fyri at smugla rúsevni

2019-07-22 10:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðsluóhapp henda av øllum møguligum orsøkum, og í gjár var eitt í Eysturoynni, sum ikki so ofta kemur fyri.

Løgreglan upplýsir, at talan var um eitt lítið óhapp sum hendi, tí bilførarin fór at njósa. Hetta kann órógvað í nøkur sekund, og í hesum førinum hevði tað við sær, at hann misti tamarhaldið á bilinum og koyrdi upp á eina vegoyggj, sum var mitt á vegnum. Hetta hendi beint við skótahúsið við Løkin.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at bilurin fekk ein lítlan skaða, og tað gjørdi ferðsluskelti á oynni eisini. 

Ein persónur, sum kom til landið við flogfari í gjárkvøldið varð tikin, tí hann hevði eina minni nøgd av rúsevnum við sær. Persónurin verður skuldsettur fyri smugling.

Ein bilførari sum koyrdi framvið Glyvrum fekk klipp í koyrikortið í gjár, tí hann koyrdi ov skjótt í bygdum øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder