Herfyri gav føroyski indie-rock bólkurin “TeleMama” út enn eitt nýtt staklag.
Lagið “No To You” er fjórða og seinasta staklagið, áðrenn EP teirra kemur út 19. mai. EPin inniheldur tey fýra stakløgini, sum bólkurin hevur givið út higartil, og tvey nýggj løg, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.
TeleMama er millum bólkarnar, sum luttaka í ársins útgávu av tónleikakappingini Sement í Reinsarínum í Havn. Bólkurin luttók í fyrsta innleiðandi umfarinum 9. apríl men slapp ikki víðari til finaluna. Í summar fáa fólk høvi at síggja bólkin framføra á G! festivalinum.
Teir fimm, ið manna TeleMama eru Dan Eyðun Karbech Saxov, Hendrik Jacobsen, Jákup Holm Johannesen, Ørvur Argenziano Hentze, og Óli Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald