Stóra hátíðarhaldið í Oslo í sambandi við at friðarheiðursløn Nobel’s verður latin, er avlýst í ár.
Orsøkin er korona, upplýsir Olav Njølstad, stjóri á Nobelinstituttet og skrivari í Nobel-nevndini, fyri NRK.
Í meira enn 30 ár er heiðurslønin latin á ráðhúsinum í Oslo, har tað vanliga eru yvir 1.000 fólk úr øllum heiminum til staðar.
Men í ár verður handanin, ið verður 10. desember, flutt í ein fyrilestrarsal á universitetinum í Oslo. Pláss verður fyri umleið 100 fólkum í góðari fjarstøðu.
Hetta verður tó ikki fyrstu ferð, at handanin verður hildin á universitetinum í norska høvuðsstaðnum. Heiðurslønin varð eisini handað her í tíðarskeiðinum frá 1947 til 1989.
Handanin av hinum Nobel virðislønunum, sum vanliga fer fram í konserthúsinum í Stockholm í Svøríki, er eisini avlýst.
9. oktober verður kunngjørt hvør fær friðarheiðursløn Nobel’s í ár, og enn er harvið óvist, um móttakarin yvirhøvur fær møguleika at vera til staðar í Oslo undir hátíðarhaldinum í desember orsaka av farsóttini.
Tí verður arbeitt við eini talgildari loysn eisini, fyri at geva móttakaranum ein møguleika at vera við, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald