Mentan

Norðurlendingar fáa atgongd til Disney Plus í summar

Nýggja stroymingartænastan hjá Disney, sum higartil bert hevur verið tøk í fáum londum, kemur til Evropa í ár

Bob Iger, fyristingarstjóri hjá Disney saman við maskottinum, Mickey Mouse (Mynd: EPA)

Bob Iger, fyristingarstjóri hjá Disney saman við maskottinum, Mickey Mouse (Mynd: EPA)

2020-01-21 14:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggja stroymingartænastan Disney+, sum Disney kom við í november, er higartil bert tøk í USA, Kanada, Hollandi, Avstralia og Nýsælandi, men hetta verður skjótt broytt.

Tænastan verður nevniliga tøk hjá hyggjarum í Norðurlondum og øðrum partum av Evropa í summar, skrivar Ritzau.

Sambært miðlinum Variety finnast í løtuni uml. 500 filmar og 7.500 sjónvarpspartar á Disney+.

Disney hevur seinastu árini keypt eina rúgvu av filmsfeløgum sum Pixar, Marvel, Lucasfilm og 21st Century Fox (nú 21st Century Studios), og tað er m.a. tilfar frá hesum feløgum, sum er at finna á Disney+ saman við nýggjum, originalum tilfari.

Sambært Politiken brúkti Disney 466 mia. krónur uppá nýtt tilfar í 2019.

Disney er eisini longu byrjað at taka innihald teirra av øðrum stroymingartænastum, og sambært Disney, verður alt tilfar, sum Walt Disney Studios framleiðir framyvir, heldur ikki tøkt aðrastaðni enn á Disney+.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder