Innanlands

Nógv á skránni í tinginum seinnapartin

Seks 3. viðgerðir, sjey 2. viðgerðir, ein 1. viðgerð og framløga eru á skránni á dagsins tingfundi, sum byrjar klokkan 13.30

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-02 12:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag verður tingfundur, og á skránni eru 15 mál.

Talan er um seks 3. viðgerðir, sjey 2. viðgerðir, ein 1. viðgerð og framløga.

Millum málini, sum verða viðgjørd eru eitt uppskot um broyting í revsilógini, sum m.a. snýr seg um samtykkigrundaða neyðtøku, og herðing av revsing fyri neyðtøku og blúnisbrot.

Onnur mál snúgva seg um Fólkaheilsustýri, um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini í Klaksvík, og um atkomu fyri allar borgarar til almennar heimasíður og appir.

Tingfundurin byrjar klokkan 13.30. Øll skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder