placeholder
Innanlands

Nógv byggivirksemi í Eiðis kommunu

Fleiri verkætlanir eru í gongd samstundis, bæði á Eiði og í Svínáum – Størsta verkætlanin er íbúðarblokkurin á Kolshjøllum, har sjey íbúðir eru í gerð

Hósdagin 12. september var hesin íbúðarblokkur reistur (Mynd: Eiðis kommuna)

Hósdagin 12. september var hesin íbúðarblokkur reistur (Mynd: Eiðis kommuna)

2022-09-21 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hevur nógv bústaðarbygging verið í Eiðis kommunu.

Kommunan skrivar, at fleiri verkætlanir eru í gongd samstundis, bæði á Eiði og í Svínáum.

Størsta verkætlanin er íbúðarblokkurin á Kolshjøllum, har sjey íbúðir eru í gerð. Tað er SP/F Búð, sum stendur fyri byggingini á Kolshjøllum.

Hósdagin 12. september var hesin íbúðarblokkur reistur, skrivar kommunan, sum leggur afturat, at sjey aðrar búeindir eisini eru í gerð.

Fleiri myndir síggjast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder