Uttanlands

Nógv doyðu tí fólk skuldu hava viðførið við sær úr brennandi flogfari

Hetta er álvarsligt stríð móti leiðreglunum fyri, hvussu farast skal fram, tá ferðafólk skulu fáast úr brennandi flogfari

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-05-07 08:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn er óvist hví eldur kom í eitt flogfar, sum mátti neyðlenda í Moskva í gjár, tá 41 fólk lótu lív. Men frágreiðingar frá fólki, sum komu frá hendingini við lívinum benda á, at fleiri kundu verið bjargað.

Les: 41 deyð í flogvanlukku í Russlandi 

Frágreiðingar og myndaupptøkur vísa, at tað gekk ov langa tíð at fáa fólkini úr flogfarinum, tí fleiri støðgaðu á fyri at fáa viðføri sítt við sær úr viðførishillini, skrivar fleiri miðlar.

Myndir verða vístar av ferðafólkum, sum koma rennandi frá flogfarinum við viðføri sínum, og upptøkur vísa, at tað eisini eru støðgir í streyminum av ferðafólki, sum koma úr brennandi flogfarinum.

Hetta er í álvarsligum stríði móti leiðreglunum hjá evropeisku loftmyndugleikunum um hvussu farast skal fram í slíkum førum, sigur ein serføðingur við danska TV2. Ongin tíð eigur at spillast, tá tað ræður um at fáa fólk úr einum brennandi flogfari.

- Tað snýr seg bara um eitt, og tað er at koma út og burtur frá flogfarinum so skjótt sum gjørligt. Tað eru nógv ferðafólk, sum skulu út upp á stutta tíð, og tí eru ikki stundir hjá ferðafólki at hugsa um viðføri sítt, sigur serfrløðingurin, Michael Dines.

Evropeisku leiðreglurnar siga, at tað er starvsfólkið umborð, sum skal standa fyri evakueringini. Ferðafólk verða biðin um at lata seg úr skónum fyri at verja slokurnar, sum skulu fáa fólkini trygd úr flogfarinum, og tey verða eisini biðin um at lata alt viðføri liggja eftir.

Fleiri upptøkur úr brennandi flogfarinum eru at síggja á netinum. NRK hevur lagt út nakrar av hesum filmum, men hevur sløkt ljóðið fyri at verja hyggjarnar móti ógvusligu rópunum, sum eru at hoyra innan úr flogfarinum.

NRK skrivar, at Suchoi Superjet flogfarið varð rakt av snarljóst beint eftir fráferð av Sheremetyevo flogføllinum. Slíkt eigur ikki at føra til slíka ógvusliga vanlukku, siga serfrøðingar. Men lendingin tyktist heldur ógvuslig, og tað var ikki fyrr enn eftir, at flogfarið hevði sett seg, at ógvusligi brandurin kyknaði vísa myndir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder