
Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.
Lutfalli av fólki, ið hava lænt upphæddir omanfyri 3 mió. kr., er økt við árunum. Myndin býtir øll nýstovnaði lán omanfyri 100.000 kr. eftir hvørt tey eru størri ella lægri enn 3 mió. kr. Í 2018 læntu 27 prosent av øllum, sum stovnaðu eitt lán, eina upphædd omanfyri 3 mió. kr. Í 2019 fingu heili 40 prosent av lántakarunum í árinum eitt lán omanfyri 3 mió. kr.
Tøl hjá Landsbankanum vísa harafturat, at talið av nýstovnaðum lánum omanfyri bæði 4 og 5 mió. kr. er vaksið nógv í 2019 í mun til árið fyri.
Eitt húski kann vanliga læna um 3,5 ferðir samlaðu árligu inntøkuna áðrenn skatt. Eini 600 húskir skylda millum 3 og 4 ferðir árligu inntøkuna, 200 húskir skylda millum 4 og 5 ferðir og 400 húskir skylda meira enn 5 ferðir sína árligu inntøku (Sí mynd niðanfyri). Støddin av samlaðu skuldini í mun til samlaðu inntøka hjá húskinum, verður rópt skuldarlutfall.
Eitt skuldarlutfall omanfyri 4 og 5 kann gera tað trupult at gjalda rentur og avdráttir skuldi rentan hækkað ella um til dømis annar í húskinum verður arbeiðsleysur. Hesi húskir kunnu tó hava fíggjarligar ognir ella aðrar fastognir, sum loyva teimum slíkt skuldarlutfall.
Flestu húskini í Føroyum hava tó eina lága skuld; hjá 93% av húskjunum er skuldin lægri enn 3 ferðir samlaðu inntøkuna. Lítið bendir tí í løtuni á, at húskini við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum. Hóast tað ikki er ein váði fyri peningastovnarnir, at summi húskir hava høgt skuldarlutfall, kann tað tó verða av stórum týdningi fyri einstaka húskið, um mánaðarligu lániútreiðslurnar brádliga gerast ov stórar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald