Innanlands

Nógv færri fosturtøkur framdar í Føroyum enn í hinum norðurlondunum

Eitt nú verða framdar 29 fosturtøkur pr. 1000 livandi fødd í Føroyum, meðan talið í Danmark er 264

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-11-07 10:38 Author image
Ari av Rana

Hagtøl hjá Hagstovu Føroya vísa, at talið av fosturtøkum í Føroyum er nógv minkað seinastu áratíggjuni, og at talið av fosturtøkum í 2017 var metlágt. Samanbera vit við hini norðurlondini, verða framdar nógv færri fosturtøkur í Føroyum.

Um vit rokna talið av fosturtøkum í mun til talið av livandi føddum fyri at kunna samanbera við onnur lond, síggja vit, at í Norðurlondum er títtleikin nógv lægstur í Føroyum: 29 fosturtøkur pr. 1000 livandi fødd í Føroyum at samanbera við t.d. 264 í Danmark pr. 1000 livandi fødd. Samanborið við øll Norðurlond sum heild er fosturtøkutíttleikin har eini sjey til tíggju ferðir so stórur sum í Føroyum, Grønland undantikið.

[object Object]

Fosturtøkutíttleikin lægstur og føðitíttleikin hægstur í Føroyum
Tað kann vera vert at leggja til merkis, at vit hava ikki einans nógv tann lægsta títtleikan av fosturtøkum í Føroyum av øllum Norðurlondum, men harumframt eisini tann størsta títtleikan av livandi føddum, so sum myndin niðanfyri vísir: til samanberingar fær ein kvinna í burðarførum aldri í Føroyum í miðal 2,5 børn, meðan ein kvinna í Danmark fær 1,75 børn og í Noregi 1,6 børn, roknað eftir føðitíttleikanum sum hann var í árinum hjá øllum kvinnualdursbólkum frá 15 til 49 ár.

[object Object]

Sambært upplýsingum frá WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, kunnu vit eisini samanbera fosturtøkur í 40 europeiskum londum og USA, roknað sum tal av fosturtøkum pr. 1.000 livandi fødd. Eisini her er lægsti títtleikin at finna í Føroyum, meðan hann er 7 ferðir hægri í ES sum heild, 8 ferðir hægri í Íslandi og USA og 9 ferðir hægri í Danmark.

[object Object]

 

placeholder
placeholder