Innanlands

Nógv fleiri gistingar í februar í ár enn í fjør

Men við nógv fleiri seingjarplássum, so er nýtslustigið lækkað í mun til í fjør

Hilton Garden Inn - eitt av nýggju hotellunum í Havn (Savnsmynd)

Hilton Garden Inn - eitt av nýggju hotellunum í Havn (Savnsmynd)

2021-03-25 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at tað gongur betur hjá føroysku gistingarhúsvinnuni, enn tað hevur gjørt seinastu mánaðirnar. Nýggjasta uppgerðin yvir gistinætur hjá Hagstovuni vísir, at tað tilsamans vóru 7.400 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum.

Tað er størsta talið fyri ein februar mánað higartil, og nærum 900 fleiri gistinætur enn í sama mánaði í fjør – og tað var áðrenn korona fór at herja í Føroyum.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga so at siga allan partin av gistináttunum, við tað at tær vóru 7.200 í Havn og bert 220 uttan fyri Havnina í februar.

Tá hugt verður eftir hvaðani gestirnir koma, sæst týðuliga at økingin í februar skyldast, at føroyingar í heilt stóran mun eru farnir at keypa sær gistingar á hotellunum í Havn. Nýggju hotellini hava jú marknaðarførst seg sjónliga við tilboðum, nú tað ikki hava verið nóg mikið av útlendingum í landinum at fylla nógvu seingjarplássini.

Í februar minkaði talið av gistináttum hjá dønum við 39 prosentum í mun til í fjør. Hjá fólkum úr øðrum londum minkaði talið niður í helvt, meðan gistinæturnar hjá føroyingum tvífaldaðust úr 2.500 í februar í fjør til næstan 5.300 í februar í ár.

Í fjør komu tvey nýggj gistingarhús umframt at onnur vórðu útbygd. Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 

Hóast vøkstur er í gistináttum og innskrivingum, so er nýtslustigið væl lægri í februar í ár við einans 23,5 prosentum í mun til 35,1 prosent í februar í fjør 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder