Innanlands

Nógv fleiri vilja hava Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra enn Jakob Ellemann-Jensen

Hetta vísur ein nýggj kanning, ið Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken. Munurin er 30 prosent, og tað sum er meira skakandi fyri formannin í Venstre er, at ein meiriluti av spurdu veljarum hjá flokkinum eisini peika á Pape

2022-08-17 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin kunngjørdi formaðurin hjá Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark, at hann fer eftir sessinum sum forsætisráðharri í Danmark og vil savna borgarliga vongin um millum annað tað.

Ein nýggj veljarakanning, ið Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken, gevur ábendingar um, at møguleikin fyri hesum er góður.

Yvir helmingurin av teimum spurdu - 53 prosent - siga seg ynskja Søren Pape Poulsen, um valið stóð ímillum hann og hitt stóra borgarliga evni til sessin, Jakob Ellemann-Jensen. 24 prosent eru í løtuni í iva, og bert 23 prosent peika á formanninum í vinstraflokkinum.

Hann sær heldur ikki út til at hava nógva undirtøka sum forsætisráðharri millum egnar veljarar. Nýggja kanningin hevur gjørt upp millum veljarar hjá einstøku flokkunum. Har sæst, at bert ein triðingur av teimum spurdu, ið valdu Venstre í 2019, ynskja Jakob Ellemann-Jensen, um valið stendur millum hann og Søren Pape Poulsen, ið 54 prosent peikaðu á.

[object Object]

Beint yvir 2.000 fólk hava svarað spurnarkanningini.

Eitt fólkatingsval í Danmark nærkast. Tað verður møguliga útskrivað í ár og skal í seinasta lagi vera hildið 4. juni 2023.

Søren Pape Poulsen hevur alt valskeiðið staðið seg best av floksformonnunum í sonevndu trúvirðiskanningum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder