2023-07-30 09:58

Nógv fólk høvdu leitað sær oman í býin í gjárkvøldið og í nátt á ólavsøku, hóast veðrið var keðiligt. Av løgreglustøðini í morgun kunnu tey tó staðfesta, at sum heild skikkaðu fólk sær væl.
Nógvar av fráboðanumum eru um fólk sum eru dottin og onkran sum hevur ligið avdottin. Hesi vórðu hjálpt upp og nøkur teirra koyrd til hús av løgregluni.
Hetta eru vanligar uppgávur á ólavsøku, men her eru samarittarnir ein stór hjálp, og gera eitt framúr arbeiðið, verður sagt av støðini.
Ein bilførari var tikin tí illgruni var um rúsdrekkakoyring. Blóðroynd er tikin, og maðurin varð leyslatin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald