Innanlands

Nógv fólk brúka bussleiðina í Sunda kommunu

Í fjør koyrdu 9.213 fólk við bussinum – gott 3.600 fleiri enn fyrsta árið. Tað er serliga tey yngru og eldru borgararnir, sum brúka bussleiðina.

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2020-01-11 17:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bussleiðin hjá Sunda kommunu, sum byrjaði við ársbyrjan í 2017, hevur nú koyrt í trý ár, og nógv eru tey, sum eru farin at brúka bussleiðina.

Talið av ferðandi er vaksandi. Fyrsta árið koyrdu 5.614 fólk við bussunum, og í 2019 var talið 9.213.

Koyrt verður í Sundalagnum við tveimum leiðum, har leið 1 umfatar tann sunnara partin og leið 2 tann norðara.

Ferðaætlanin broyttist nakað frá ársbyrjan í 2019. Ferðaætlanin varð gjørt einfaldari, soleiðis at tey ferðandi í hvørjari bygd hava fastar “minuttir” at halda seg til. Til dømis koyrir bussleiðin altíð hvønn heilan tíma frá Hósvík. Koyringin er millum 16 og 22 á leið 1 og millum 17 og 20 á leið 2.

Hagtølini vísa, sambært heimasíðuni hjá Sunda kommunu, at bussurin verður brúktur av borgarum í øllum bygdunum, sum eru umfataðar av koyringini. Hóast hagtølini ikki kunnu siga nakað um aldur av teimum ferðandi ella endamálið við ferðini, so er greitt, at tað serliga teir yngru og teir eldru borgararnir, sum koyra við bussunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder