Innanlands

Nógv fólk í býnum í nátt

Nógv var at gera í sambandi við Tórsfest, men sum heild hevur verið friðarligt, upplýsir løgreglan

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-21 09:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við tónleikatiltakinum Tórsfest, vóru nógv fólk í býnum í høvuðsstaðnum í nátt.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt, men kortini hevur løgreglan havt fitt av arbeiði í nátt.

Einki harðskapsmál hevur verið, men fleiri fingu bót fyri brot á politiviðtøkurnar. Onkur vóru farin at klandrast, og onkur vísti løgregluni fingurin. Tveir fingu eisini bót fyri ikki at siga løgregluni hvørjir teir vóru.

Eisini hevur løgreglan hjálpt fullum fólki og sent sjúkrabil eftir fólki, sum vóru dottin og høvdu fingið skaða.

Løgreglan hevði eitt væl mannað lið í miðbýnum í Havn, og fyriskipararnir høvdu syrgt fyri nokk av vaktum, og samarittar vóru eisini á staðnum at hjálpa, so Tórsfest eydnaðist væl, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder