2021-01-23 13:18

Hetta er fyrsta vikuskiftið, at matstovurnar og skeinkistøðini aftur kunnu hava opið sum vanligt, og tað sæst longu aftur í náttarlívinum.
Í nátt hava nógv fólk verið at sæð í býnum í Havn, har skeinkistøð høvdu opið til klokkan fýra.
Løgreglan var runt í høvuðsstaðnum og vitjaði skeinkistøð, og har var fult av fólki, akkurát sum áðrenn korona, verður sagt av politistøðini.
Lagt verður afturat, at hóast nógv lív hevur verið í býnum, var talan kortini um eina stak friðarliga nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald