Í nátt hava nógv fólk verið í býnum í sambandi við Voxbotn í Havn, men løgreglan hevur ikki havt nakað mál í sambandi við festivalin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Løgreglan fekk tó eina fráboðan frá vaktum á festivaløkinum um, at ein gestur var sera ómøguligur og noktaði at fara av staðnum, eftir at hann var biðin, men løgreglan fekk hann so av staðnum.
Løgreglufólk í sivilklæðum hava verið í Vágsbotni, men har vóru eisini nokk av trygdarfólki, sum syrgdu fyri at halda skil á, og eisini vóru nógvir samarittar.
– Samarittarnir gera eitt megnar arbeiði, og skulu tey hava stórt rós, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at samarittarnir søgdu seg hava havt færri uppgávur í sambandi við Voxbotn í ár enn í 2023 og 2022, og tað er at fegnast um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald