Innanlands

Nógv full fólk – annars friðarligt hjá løgregluni

Tveir mans sovið rúsin av sær á politistøðini – annar fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-29 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað vóru óvanliga nógv full fólk, sum ikki kláraðu seg sjálvi í gjárkvøldið. Men annars gekk alt friðarliga fyri seg.

Soleiðis sigur vakthavandi á politistøðini um fyrra ólavsøkukvøldið.

Hansara meting er at tað vóru rættuliga nógv fleiri full fólk í býnum, enn tað plagar, og hann rósar samarittarnar hjá Reyða Krossi fyri at hava gjørt eitt megnararbeiði við at taka sær av hesum fólkum.

Tveir mans hava gist í klivunum á politistøðini í nátt.

Annar tí tað ikki eydnaðist løgregluni at finna útav, hvar hann hoyrdi heima, so fullur var hann.

Og hin tí “hann var so ómøguligur, at hann ikki kundi vera millum vanlig fólk”, sum vakthavandi málber seg. Illgruni er um, at tað er okkurt annað enn brennivín, ið er orsøkin til, at hann uppførdi seg so ófantaliga.

Maðurin verður, tá hann hevur sovið rúsin av sær, presenteraður fyri eina bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder