
Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt, men tó so hevur okkurt verið at skriva heim um.
Klokkan 1 var ein bilur stolin í Havn. Stutt eftir varð hann funnin í sama øki, men ógreitt er hvør gerningsmaðurin er. Royndir eru tiknar í bilinum, so finnast kann fram til tann, sum hevur flutt bilin eitt sindur.
Afturvendandi trupulleikar eru av ungum fólki, sum órógva í býnum. Tey órógva fólk, sum bara vilja hava náttarfrið. Hetta kann eitt nú vera við at rópa, koyra skrell inn til fólk og kasta smærri steinar.
Eisini var nógv fólk í býnum, og tá skeinkistøðini lótu aftur vóru nøkur, sum royndu at eggja til øsing ella rok. Løgreglan var tó á staðnum og fekk sissað hesi fólkini áðrenn nakað meira bleiv.
Í Klaksvík varð ein sum fekk hjálp at finna til hús.
Klokkan hálvgun fimm var ein persónur tikin fyri at koyra við rúsdrekka í blóðinum. Hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, har blóðroynd varð tikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald