Mentan

Nógv fýrverk hóast vindin

Høvuðsstaðurin helt sær ikki aftur hóast veðrið

2020-01-01 00:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast nógva vindin upp á eini 17 metrar um sekundið, so var nógv fýrverk allíkavæl at síggja yvir høvuðstaðnum, tá vit trinu inn í nýggja árið.

Sløkkiliðið hevði sett forboð fyri báli orsaka av nógva vindinum, og tí kundi væntast at fólk hildu seg eitt sindur aftur, og at minni fýrverk var at síggja enn undan farin ár.

Fyrra árið var nærum stilli og í fjør var nakað av vindi og nógv fýrverk var at síggja, men árið í ár stóð ikki langt aftanfyri tey bæði undanfarnu, í øllum førum ikki sæð frá eygum úti undir Kongavarða.

Gott nýggjár!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder