Nógv hava teknað seg til summarlegurnar á Zarepta
Summarlegurnar byrja týsdagin, og leguluttøkan er góð
Týsdagin byrjar ársins fyrsta summarlega á Zarepta. Summarlegurnar eru fyri børn og ung í skúlaaldri. Tað eru átta summarlegur á Zarepta, og undirtøkan plagar at vera góð. Jákup N. Olsen, sum er í leiðsluni á Zarepta, sigur, at tað eru nógv, sum hava teknað seg. Hann sigur, at tað sær út til, at tað líkist luttøkuni í fjør og undanfarin ár.
Til leguna, sum byrjar týsdagin, hava 120 ung teknað seg. Jákup sigur, at 13 ára legan er tann størsta legan.
Til summarlegurnar er brúk fyri nógvum hjálparfólki, umleið 100 til hvørja legu, og tað hevur gingið væl at fáa fólk, sigur Jákup. Hann sigur, at til leguna, sum byrjar týsdagin, er næstan alt komið upp á pláss.
Á heimasíðuni hjá Zarepta stendur, at høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds. Víðari stendur, at Zarepta ynskir at leguluttakararnir mennast innan karmarnar fyri góðari samveru millum menniskju: at vera ásettum reglum lýðin, at bera seg siðiliga at og at virða hvør annan.
Dentur verður eisini lagdur á at sýna náttúru- og mentanarvirðum ans, stendur á heimasíðuni.
Legan, sum byrjar týsdagin, er fyri ung, sum eru 16 og 17 ár. Summarlegurnar eru millum fýra dagar og eina viku. Á summarlegunum er nógv ymiskt á skránni. Millum annað andaktir, bíbliutímar, sangløtur, ítróttur og ymisk ítriv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald