Tey síggjast í størri býum um alt Evropa, men eru ikki komin til Føroya enn. Vit tosa um elektrisk rennihjól, sum standa og kunnu brúkast av øllum, um ein hevur eina serliga app á telefonini ætlað til endamálið.
Men treytirnar fyri at flyta seg í ferðsluni á hesum rennihjólum eru tey somu, sum tá koyrt verður í bili.
Tað hava fleiri hundrað fólk í Týsklandi ásannað hesar seinastu dagarnar. Í sambandi við vælumtóktu oktoberfestirnar, sum hava verið hildnar hesar seinastu dagarnar, hava higartil 254 persónar mist koyrikortið, tí at stillaðu seg upp á eitt slíkt rennihjól at koyra eftir at hava fingið ríkiligt at øli at drekka.
Í Týsklandi eru reglarnir heilt greiðir. At koyra við yvir 0,5 promillu í blóðinum er líka so ólógligt á rennihjóli sum í bili.
(Mynd: EPA)
Í suðurtýska býnum München sóðu tey vandan í hesum undan ølfestivalinum, og tí høvdu myndugleikarnir bannað at koyra og parkera eldrivin rennihjól á festivalplássinum, Theresienwiese og í ein radius á ein kilometrar rundanum í tíðarskeiðinum klokkan 17 til 6.
Kortini støðgaði løgreglan 414 druknum fólkum á el-rennihjólum – harav umleið helmingurin misti koyrikortið.
Ein trupulleiki er, at nógv fólk ikki fata slík rennihjól sum eitt akfar, men meira sum eina leiku. Hesi rennihjól eru rættiliga nýggj í Týsklandi – tey vórðu gjørd lóglig í juli.
Danska TV2 skrivar, at eisini í Danmark eru trupulleikar av hesum flutningstólum. Eitt einstakt vikuskiftií juli handtók løgreglan í Keypmannahavn 28 fólk fyri rúsdrekkakoyring.
Í Danmark er bótin 2.000 krónur fyrstu ferð ein verður tikin fullurá el-rennihjóli. Aðru ferð er bótin 4.000 krónur og triðjuferð er vandi fyri fongsulsdómi. Promillumarkið í Danmark er 0,5.
Í Føroyum er promillumarkið 0,2.
Nógv øl verður drukkið á oktoberfestunum í München (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald