Innanlands

Nógv koyrdu ov skjótt við Kollafjarðartunnilin og í Kaldbaksbotni

Fimm klipp og seks bøtur fyri at koyra 100 km/t ella nakað yvir tað. Ein U-vending í Norðoyatunlinum kostaði eisini klipp og bót

Fleiri ferðslumál vóru í gjár, upplýsir vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fleiri ferðslumál vóru í gjár, upplýsir vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-30 08:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri ferðslumál vóru í gjár, upplýsir vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan var millum annað og mátaði ferð beint við Kollafjarðartunnilin. Har vóru tríggir bilførarar, sum koyrdi 100 km/t ella nakað yvir tað.

Tann, sum var skrásettur at koyra júst 100 km/t, fekk "bara" bót. Tveir bilførarar koyru beint undir 110 km/t og fingu harvið bót og klipp.

Í Kalbaksbotni vórðu tríggir bilførarar steðgaðir. Ein koyrdi 105 km/t, ein 110 og ein 111. Harvið var talan um klipp og bót.

Tað var tað eisini til persónin, sum valdi at gera eina u-vending mitt í Norðoyatunnlinum í nátt. Hetta varnaðist løgreglan. Revsingin fyri hetta er tann sama sum at koyra nakað 100 km/t.

Samanlagt 17 nummarplátur eru tiknar í Havnini og í Eysturoynni seinasta samdøgrið, upplýsir vatktleiðarin eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder