Innanlands

Nógv lata seg kanna

Bíðirøð hjá Thetis um middagsleitið. Tilburðirnir seinastu dagarnar gera, at fleiri fólk lata seg kanna

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2021-05-23 17:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Staðfestu tilburðir seinastu dagarnar, og óvissan um smittukeldurnar hevur fingið nógv fólk at lata seg kanna. Um ikki annað fyri at vera á tryggu síðuni.

Hjá privatu kanningarstovuni Thetis var bíðirøð um middagsleitið, og har lótu tey upp fyrr og stongja seinni enn vanligt orsakað av øktum eftirspurningi.

Seinastu tveir dagarnir eru fleiri enn 700 kanningar gjørdar um dagin.

Í løtuni eru sjey staðfest positiv við koronu, og 28 eru í sóttarhaldi. Eingin er innlagdur.

Tilsamans eru 264.482 koronukanningar gjørdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder