Korona hevur av álvara gjørt um seg í Kina seinastu vikurnar, eftir at kinesisku myndugleikarnir avgjørdu at fara burtur frá nulltoleransupolitikkinum viðvíkjandi koronu og lótu samfelagið meira upp.
Hóast tað eru bert 22 skrásett sum deyð við koronu í Kina seinasta mánaðin, ið er lutfalsliga lítið fyri fólkaríkasta landið, har tað í høvuðsheitinum tættbygt. Tað er tó ein ótti í fleiri londum, millum annað ES-londum, ið hava sett krav fram um, at øll ferðandi úr Kina skulu kannast fyri koronu við komu.
Talan er um millum annað Stórabretland, Frakland, Italia, Spania, USA, umframt fleiri lond nær við Kina - sum til dømis Suðurkorea - ið krevja hetta. Í hesum sambandi hevur BT spurt Statens Serum Institut, um ætlanin er seta hetta í verk í Danmark eisini. Henrik Ullum ger tó greitt, at hóast koronustøðan í Kina kann síggja álvarsom út, so fær tað allarhelst onga ávirkan á Danmark.
Aðrastaðni er tó meira stúran, og í AFP tíðindastovan skrivar, at ein fundur var í gjár har embætisfólk frá heilsumálaráðnum í ES-londunum hittust og umrøddu støðuna. Franska tíðindastovan skrivar eisini, at eitt slag av kreppufundi hevur verið í dag, har greiða skal fáast á leiðreglunum í ES-londunum viðvíkjandi ferðing o.ø.
Óttast verður millum annað fyri, at tey mongu vitjandi úr Kina kunnu taka við sær nýggj frábrigdi av koronu, ið verja ikki er fyri í verandi koppsetingum.
Hóast Kina hevur slakað í sínum avmarkingum og harvið fingið hægri smittutøl, er ikki neyðugt við at avmarka ferðando verður sagt úr Kina
- Tað er ikki nakað vísindaligt grundarlag fyri teimum krøvunum, ið verða sett fram nú, sigur Mao Ning, ið er talskvinna fyri kinesiska uttanríkismálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald