Innanlands

Nógv nýggj dagstovnapláss á veg í Tórshavnar kommunu

Í kvøld fer býráðið at játta fígging til 24 nýggj vøggustovupláss í Miðstovninum. Í Lonunum í Hoydølum verða tilsamans 32 pláss, og á Hamrinum skal stovnurin víðkast

Í  Lonunum í Hoydølum verður ein vøggustova og ein barnagarðsstova stovnað við tilsamans 32 plássum (Mynd: torshavn.fo)

Í Lonunum í Hoydølum verður ein vøggustova og ein barnagarðsstova stovnað við tilsamans 32 plássum (Mynd: torshavn.fo)

2022-02-24 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóri fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu hevur við sær tørv á fleiri dagstovnaplássum.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, har greitt verður frá støðuni í løtuni, og ætlanunum sum eru: 

- Í løtuni umbyggir kommunan Miðstovnin í Kongagøtu. Ætlandi verður bygningurin liðugur og klárur at taka í nýtslu í apríl. Í hesum sambandi fer býráðið í kvøld at játta fígging til 24 nýggj vøggustovupláss í Miðstovninum.

- Harumframt verða eisini fleiri pláss í Lonunum í Hoydølum. Har verða ein vøggustova og ein barnagarðsstova stovnað við tilsamans 32 plássum.

Lagt verður afturat, at kommunan eisini fyrireikar eisini av Dagstovninum á Hamrinum , har ætlanin er at víðka stovnin við fýra stovum ella uml. 64 plássum.

Rættað: 19.45

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder