Í allan gjár stoyptu menn frá Kanjon tað stóru betonplátuna undir hotellinum við vágnna í Klaksvík.
Teir byrjaðu kl. 8 gjáramorgunin og skipaðu seg í trý ymisk lið, so tað eina liðið uppá skift fær hvíld og matnáðir.
Seks betonbilar koyrdu allan dagin, meðan tvær strórar pumpustøðir vóru á byggiplássinum.
Teir roknaðu við at verða lidnir um tvey-tíðina í nátt og hava tá blandað og stoypt eini 750 m3 ella 1.800 tons av beton. Botnplátan er um 70 cm høg.
Betonplátan undir Varpinum, sum liggur á kotu 0, er 310 m3 ella 740 tons. So henda stoypingin er so nógv tann størsta einkulta stoyping í Norðoyggjum.
Tað er stóra blandistøðin hjá Kanjon úti á Skarðhamri, sum hevur blandað alt betonið. Teir lata væl at, at tað hevur gingið sum eftir ánni.
- Nú er rættiliga kalt í kvøld, men um tveir tímar skuldi verðið liðugt at stoypa, søgdu tveir kaldir Dennis og Jógvan Si í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald