Mentan

Nógv undirhald til børnini á Bátafestivalinum á Toftum

Í sambandi við Bátafestivalin, sum byrjar leygardag seinnapart, verða eisini ymisk barnatiltøk á skránni

2021-04-30 14:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, 1. mai verður bátafestivalur á Toftum, og á festivalinum verður eisini ymiskt á skránni til børnini.

Fleiri av ymisku tiltøkunum  byrja, tá bátarnir leggja at í bátahylinum um klokkan 13 leygardagin, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

M.a. kemur Tatanka við ymiskum hoppiborgum, umframt at andlitsmáling verður á skránni í tjaldinum.

Sum nakað nýtt verður eitt minni tjald eisini sett upp til børnini. Har verður ymiskt, sum børnini kunnu keypa sær at eta eitt nú vaflur og vattís.

Fyri tey minstu verður skattaveiða saman við sjórænarum kl.14.30. Skattakortið verður tikið fram, og sjórænararnir fara at leiða børnini gjøgnum ein spennandi gongutúr á bátafestivaløkinum fyri at finna skattin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder