Innanlands

Nógv ung hava álvarslig sjúkueyðkenni uttan at hava fingið eina diagnosu

Mikudagin 27. august vardi Andrea Joensen ph.d.-ritgerð sína um orsøkir til etingarólag.

(Mynd: Vecteezy)

(Mynd: Vecteezy)

2026-08-29 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 27. august vardi Andrea Joensen ph.d.-ritgerð sína um orsøkir til etingarólag, sum ber heitið "Early origin of eating disorders".

Verjan fór fram á Institut for Folkesundhedsvidenskab á Københavns Universitet, har Andrea Joensen hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur.

– Hildið verdur ofta, at etingarólag er ein sjáldsom sjúka, men gransking hevur víst, at nógv fleiri ung hava álvarslig sjúkueyðkenni, uttan at hava fingið eina diagnosu og harvið møguliga heldur ikki røttu hjálpina, sigur Andrea Joensen um granskingarevni sítt.

– Úrslitini frá hesi ritgerðini vísa, at tað er ein sosialur ójavni í, hvør fær eina diagnosu og hvør ikki. Tey, sum fáa eina diagnosu og harvið hjálp, eru oftari úr familjum við betri sosialum fortreytum, meðan ung við álvarsligum sjúkueyðkennum, men uttan diagnosu, oftari eru úr familjum við verri sosialum fortreytum.

– Granskingin hevur tí potentiali til at betra um vitanina um, hvør fær etingarólag, hvør fær hjálp, og hvør ikki verður loftaður í verandi heilsuskipan. Henda vitanin kann verða við til at menna betri fyribyrging og minka um sosiala ójavnan í atgongdini til hjálp og viðgerð fyri etingarólag.

[object Object]
Frá vinstru: Claus Thorn Ekstrøm, Else Marie Olsen, Katrine Strandberg-Larsen, Andrea Joensen, Francesca Solmi, Terese Sara Høj Jørgensen og Lau Caspar Thygesen (Privatmynd/Granskingarráðið)

Vegleiðarar vóru Katrine Strandberg-Larsen, professari á Institut for Folkesundhedsvidenskab; Claus Thorn Ekstrøm, professari á Institut for Folkesundhedsvidenskab; og Else Marie Olsen, kliniskur lektari og psykiatriskur yvirlækni á Psykiatrisk Center Ballerup.

Í metingarnevndini vóru Terese Sara Høj Jørgensen, lektari á Institut for Folkesundhedsvidenskab, Københavns universitet, forfólk; Lau Caspar Thygesen, professari á Syddansk Universitet; og Francesca Solmi, professari á University College London.

Verjan hjá Andreu gekk væl, og heldur hon fram í postdoc starvi á Københavns Universitet, skrivar Granskingarráðið.

Meira um granskingina kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder