Innanlands

Nógv vilja lata seg kanna í dag

Vaksandi eftirspurningurin hevur fingið kanningarstøðini at víðka um upplatingartíðirnar, og trýstið á bíleggingarskipanini hjá corona.fo var fyrrapartin so stórt, at tað eina løtu ikki bar til at sleppa inná

Bilrøðin var lang við skúlan í Trongisvági um 14-tíðina, tá kanningarstaðið átti at latið aftur. Bilrøðin er síðani vorðin uppaftur longri.

Bilrøðin var lang við skúlan í Trongisvági um 14-tíðina, tá kanningarstaðið átti at latið aftur. Bilrøðin er síðani vorðin uppaftur longri.

2021-05-24 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar eru fleiri koronukanningar gjørdar í Føroyum, nú koronasmittan er byrjað at gera um seg í føroyska samfelagnum aftur.

Sjúkrahúsverkið hevur víðkað um upplatingartíðirnar fyri koronukanningum á øllum trimum kanningarstøðunum orsakað av vaksandi eftirspurninginum, og privata kanningarstovan Thetis hevur eisini víðkað um upplatingartíðirnar seinastu dagarnar.

Stóri eftirpsurningurin merkti eisini, at bíleggingarskipanin hjá corona.fo ikki var tøk eina løtu fyrrapartin, og Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum sigur við Dimmalætting seinnapartin, at ongar kanningartíðir eru eftir í Havn í løtuni.

Seinnapartin er røðin av bilum við skúlan í Trongisvági í Suðuroynni, har kanningar verða gjørdar, eisini vorðin rættiliga lang.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder