Innanlands

Nógvan skund á páskum

Fleiri mistu koyrikortið í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-04-20 09:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri av teimum, sum fóru út at koyra í gjár, høvdu helst ov nógvan skund. Í øllum førum hevur løgreglan skrivað nógv mál frá í gjár.

Fyrrapartin gjørdi løgreglan ferðmátingar á tunnilsvegnum við Norðskála, har loyvt er at koyra 60 km/t.

Har vórðu trý klipp, tríggjar ferðir treytaleys frádøming og so eitt mál um ein, sum koyrdi ein bil, sum viðkomandi ikki hevði loyvi til at koyra.

Móti middegi stóð løgreglan og gjørdi ferðmáting millum rundkoyringina í Kollafirði og tunnilsmunnan. Har varð ein tikin fyri at koyra 115 km/t og ein 110. Tað gevur ávikavist treytaleysa frádøming og eitt klipp.

Á Skipanesi seinnapartin vóru trý mál skrivað. Ein varð tikin fyri at koyra 106 km/t, og tveir sum koyrdu ávikavist 121 km/t og 129 km/t fingu treytaleysa frádøming.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder