Innanlands

Nógvar ætlanir fyri komandi býráðsskeið

Sambært nýggja meirilutanum, skal nógv gerast fyri at lyfta støðið hjá høvuðsstaðarkommununi uppaftur

Býráðsmeirilutin frá vinstru Kári Johansen, form. í vinnunevndini, Kristianna Winther-Poulsen, forkv. í eldranevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri og form. í fíggjarnevndini, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og form. í mentanarnevndini, Tróndur Sigurðsson, form. í byggi- og býarskipanarnevndini, Súna Mørk, forkv. í trivnaðarnevndini og Bjørg Dam, forkv. í umhvørvisnevndini

Býráðsmeirilutin frá vinstru Kári Johansen, form. í vinnunevndini, Kristianna Winther-Poulsen, forkv. í eldranevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri og form. í fíggjarnevndini, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og form. í mentanarnevndini, Tróndur Sigurðsson, form. í byggi- og býarskipanarnevndini, Súna Mørk, forkv. í trivnaðarnevndini og Bjørg Dam, forkv. í umhvørvisnevndini

2021-01-05 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nærvera við borgaran, størri gjøgnumskygni í umsitingini og ein styrktan sosialan politikk í Tórshavnar kommunu. Hetta eru nøkur av lyftunum, sum nýggi býráðsmeirilutin við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum lovar.

Fyrrapartin kallaði meirilutin til tíðindafundar í býráðssalinum á Vaglinum at greiða frá ætlanunum hjá meirilutanum, sum tók við á nýggjárinum.

Fleiri broytingar verða, eitt nú skipanarliga. Eitt nú er skúlaøkið ikki longur eitt mentamál umsitingarliga, men kemur at liggja undir trivnaðarnevndini. Hetta tí arbeiðsøkið hjá mentanarnevndini er vorðið í so rúgvusmikið.

Eisini er ætlanin at skilja vinnunevndina sundur aftur, so at virksemið í Tórshavnar havn aftur kemur í eina serstaka havnanevnd.

Samgonguskjalið er orðaríkt og drúgt. Møguleiki er at lesa tað í fullum líki á lesarin.fo: Býráðið fyri borgaran

Fleiri fíggingarmøguleikar
Ætlanirnar eru nógvar og tað lýsir gjøgnum skjalið, at meirilutin so at siga er sinnaður at gera tað betri á øllum økjum, tí alt ov lítið er hent í setuni meðan hesi hava siti í minniluta.

Komið verður ikki inn á hvussu nógvu ætlanirnar skulu fíggjast, men Heðin Mortensen segði á tíðindafundinum í dag, at tað verða alsamt vaksandi inntøkurnar hjá kommununi, sum koma at fíggja ætlanunum.

Annars er møguleiki at taka lán ella at hækka skattin í eitt tíðarskeið, eins og fyrr hevur verið gjørt í sambandi við stórar íløgur.

Á bústaðarøkinum verður beinanvegin farið undir at fáa fleiri grundstykkir til vega í kommununi. Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, vísti á, at hvørki grund- ella vinnuøki eru tøk í kommununi í løtuni, og tað er ein stórur trupulleiki, sum skal loysast.

Eisini verður farið í samstarv við Bústaðir at fáa til vega fleiri leigu- og lutaíbúðir í kommununi.

Gera dagstovna- og eldraøkið attraktiv
Á dagstovnaøkinum verður lovað ein hægri normering – tað skal vera meira lokkandi at arbeiða á dagstovnaøkinum, og so skulu fleiri ansingarpláss fáast til vega.

Tórshavnar kommuna ynskir eisini fleiri tilboð á skúlaøkinum. Kommunan hevur góðar royndir við tilboðnum ‘Litir í leiki’ fyri tey listaáhugaðu børnini, og við fótbóltsskúlanum fyri tey ítróttaáhugaðu. Nú verður eitt handaligt tilboð við denti á motorlæru sett á stovn.

Á eldraøkinum verður eisini arbeitt við eini hægri normering, bæði til gagns fyri tey eldru, men eisini í stóran mun fyri at gera tað meira áhugavert at arbeiða á eldraøkinum í kommununi, tí tað er ein stór avbjóðing at fáa starvsfólk.

Stórhøll og spælihús
Á ítróttaøkinum er tað stórhøllin, eitt nú ætlað til altjóða hondbóltsdystir, sum eru ovast á skránni umframt at skapa umstøður at halda Oyggjaleikir í Føroyum.

Á frítíðarøkinum verður arbeitt ítøkiliga við einum býarhúsi fyri at geva børnum eitt trygt innanduraøki til spæl, og hinum aldursbólkunum eitt hús til ítriv og mentanarlig tilboð.

Á vinnuøkinum snýr tað seg um at finna grundøki til vinnuna, og annars at skapa góðar karmar.

Við Eysturoyartunnlinum fær Havnin nú kapping frá øðrum kommunum, og tað skal kommunan brynja seg til, hóast høvuðsstaðurin framhaldandi við søkja samstarv, eitt nú við kommunurnar við Skálafjørðin.

Endurnýtsla og veðurlagsmál
Umhvørvisøkið verður eisini uppraðfest, og fær egna deild í kommunuumsitingini. Málini á hesum øki er at styrkja eftirlitið við dálking, ganga á odda við orkusparing, skipa burturkastið betur, so at endur- og nýnýtslan økist. Og so skulu veðurlagsmál orðast fyri bæði 2030 og 2050 setast.

Kommunuætlanin skal eisini endurskoðast, og arbeitt verður aftur við miðbýarætlanini hjá undanfarna býráði.

Konkret verður sagt, at  sølutogrið í Vágsbotni skal skipast betur, so at bilaferðslan og gonguferðslan verða atskild, møguliga við eitt fylla eitt sindur út í Vágsbotni. Eisini varð sagt í dag, at Nólsoyar Páll skal reisast uppaftur onkrastaðni í økinum.

Parkeringsloysn finnast beinanvegin
Arbeitt verður við at skipa økir á bæði Argjum og í Hoyvík til savnandi virksemi, og so skal eisini finnast ein loysn á parkeringstrupulleikunum í býnum.

- Tað verði seg við parkeringshúsum og so verður møguleikin við parkeringstunnli eisini kannaður. Er rokni við at hava eina parkeringsloysn á borðinum áðrenn summar, segði Tróndur Sigurðsson, sum hevur ábyrgd á økinum.

Og so er tað afturvendandi trupulleikin við innkomuvegnum til Havnar, sum “má og skal loysast sum skjótast”.

Sambært Heðini Mortensen er ein tunnil undir Krákugjógv og yvir í Marknagil ein partur av hesi loysn, sum kommunan roknar við at gera saman við landsmyndugleikunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder