Nógvur kavi er í serliga orðara og vestara øki av landinum, har tað eru vánalig koyrilíkindi.
Landsverk ávarar um hetta á heimasíðu sínari, og skrivar at Millum Fjarða, á Eiðisvegnum, Saksunarvegnum og á Viðareiðsvegnum eru sera vánalig koyrilíkindi. Á Gjáarvegnum og á Oyndarfjarðarvegnum er als ikki koyrandi.
Roknast kann við hálku nógvastaðni, og Strandferðslan hevur valt at avlýsa nógvar bussleiðir.
Tað er serliga í Eysturoynni og í Sundalagnum, men leið 400 gevst eisini at koyra um tveir tímar - koyrt verður úr Klaksvík nú 16.25. Koyrt verður ikki gjøgnum Sundalagið seinastu túrarnar, men gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Sí alt yvirlitið her
Sunda kommuna boðaði fyri løtu síðani frá, at bussarnir ikki koyra meira vegna veður. Í Klaksvík, har heilt nógvir kavi er, eru býarbussarnir eisini støðgaðir at koyra vegna vánalig koyrilíkindi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald