Innanlands

Nógvar avlýsingar hjá Strandferðsluni

Veðrið ávirkar fleiri oyggjaleiðir og bygdaleiðir hjá Strandferðsluni í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-05 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í dag er ferðaætlanin hjá Strandferðsluni nógv ávirkað av keðiliga veðrinum, og verður í hesum sambandi boðað frá fleiri avlýsingum seinnapartin.

Á leið 66 millum Sand og Skúvoy, varð seinasti túrur sigldur klokkan 11.05, og á Hestleiðini verða túrarnir klokkan 19.10 og 19.30 ikki sigldir í kvøld.

A leið 60 millum Skopun og Gomlurætt verður seinasti túrur úr Skopun sigldur klokkan 14, og seinasti túrur av Gomlurætt verður sigldur klokkan 15.50.

Á leið 58 millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, var bert ein túrur sigldur úr Hvannasundi klokkan 8.45 í morgun, og á Suðuroyarleiðini verða túrarnir av Havnini klokkan 16 og av Krambatanga klokkan 18.30 ikki sigldir. Siglt verður av Havnini aftur klokkan 21.15.

Hjá Bygdaleiðum eru eisini fleiri avlýsingar seinnapartin. Hetta ávirkar leiðirnar 100, 101, 300, 400, 410, 600, og 601. Meira kunning fæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder