2019-12-08 11:02
Orsakað av veðrinum boðar Strandfaraskip Landsins frá fleiri avlýsingum í dag.
Bæði Ritan, sum siglir millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, og Teistin, ið siglir millum Gomlurætt, Skopun og Hest, hava avlýst í dag.
Ternan, ið siglir millum Havnina og Nólsoy avlýsti í gjárkvøldið, og siglir hon aftur klokkan 19 í kvøld, um tað viðrar.
Allar bygdaleiðir hava eisini avlýst í dag, undantikið leið 700 og leið 701, sum koyra í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald