Innanlands

Nógvar avlýsingar í samferðsluni í morgun

Nógvi vindurin slakar væntandi ikki av fyrr enn farið er um middag í dag

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-02-06 07:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvur vindur hevur verið í nátt og illveðrið við nógvum vindi av útsynningi heldur fram tað mesta av degnum í dag.

Strandferðslan hevur avlýst tær flestu leiðirnar hjá Bygdaleiðum í morgum. Í løtuni eru tað bara bussarnir í Kalsoynni og ruturnar beinleiðis millum Skálafjørðin og Tórshavn, sum koyra.

Siglt verður ikki til Nólsoyar, men roknast kann við at fleiri av oyggjaleiðunum avlýsa í dag.

Ferðslusamskiparin hjá Strandfaraskipumk Landsins segði við útvarpið hjá KvF í morgun, at roknast kann ikki við, at skil kemur á samferðsluna aftur fyrr enn einaferð seinnapartin, tá roknað verður við, at illveðrið er farið framvið.

Atlantsflog boðar eisini frá fleiri seinkingum og onkrari avlýsing í flogferðsluni í dag.

Landsverk ávarar eisini um nógvan vind, serliga á vegastrekkjunum, sum liggja høgt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder