Uttanlands

Nógvar avlýsingar og seinkingar í altjóða flogferðslu um jólini

Tað er serliga omikron-frábrigdið av koronu, sum hevur rakt starvsfólk hjá stóru flogfeløgunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-12-26 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta seinasta vikuskiftið hava flogfeløg kring heimin avlýst túsundatals flogferðir, framgongur á tænastuni Flightware. Eitt nú vórðu 2.400 flogferðir avlýstar jólaaftan, og nærum 11.000 flogfør vóru seinkað.

Tað er serliga smittandi omikron-frábrigdið av koronu, sum er orsøkin til fleiri seinkingar og avlýsingar um jólini. Nógv flogstarvsfólk hava nevniliga verið noydd at melda seg sjúk, skrivar Ritzau.

Harðast raktu flogfeløgini eru týska Lufthansa, amerikonsku Delta og United Airlines, og kinesiska China Airlines.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder