Innanlands

Nógvar lendisgøtur skulu raðfestast í ár

Málið, at seta arbeiði í gongd á sjey slíkum gøtum, varð samtykt á býráðsfundi í síðstu viku

2022-03-01 13:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fíggjarnevndin samtykti á seinasta fundi at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini og at beina málið í býráðið til tvær viðgerðir, tí talan lutvíst er um eykajáttan.

Á býráðsfundinum 24. februar mælti borgarstjórin býráðnum til at taka undir við fíggjarnevndini, og málið varð samtykt við 12 atkvøðum fyri, einari blankari og ongari ímóti.

Málið er sostatt beint víðari til aðru viðgerð. Skotið er upp at raðfesta hesar gøtur í ár:

  1. Gøta í Hoydølum, frá Sanatoriivegnum til Hoyvíksvegin
  2. Gøtur, ið samanbinda verandi gøtukervi í Sortudíki
  3. Gøta í Viðarlundini í Gundadali
  4. Gøta oman á Sandagerði argjamegin
  5. Gøta niðan á Hoyvíksvøll frá Jørundargøtu
  6. Gøtuni kring vatnbrunnin í Havnardali
    7. Gøtan á Hvítasand, fylgiarbeiði




Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder