Tjóðskjalasavnið hevur nú lagt nógvar nýggjar skanningar av skjølum út á www.history.fo.
Talan er um nokkso umfatandi tilfar, sum stavar frá fleiri skjalasøvnum/myndugleikum. Tjóðskjalasavnið hevur valt at raðfesta tað tilfar, sum verður nógv spurt eftir av viðskiftafólki stovnsins.
Ein stórur bólkur, sum er lagdur út á netið hesaferð, eru gerðabøkurnar hjá Løgtinginum frá tíðarskeiðnum 1852-1905. Ein annar stórur bólkur eru sokallaðu mynstringarnar (‘Protokol over paamønstrede Skibsmandskaber’), sum vórðu skrásettar hjá Fútanum í tíðarskeiðnum 1902-47.
Eisini er væl av tilfari frá Føroya Provstadømi lagt út. Talan er fyri tað mesta um tilfar frá 1800-talinum (t.d. kirkjusýn og sýn av prestagørðum). Nakað av tilfarinum frá Provstadøminum gongur tó heilt aftur til síðst í 1600-talinum, t.d. skifti- og fundarbókin hjá prestaskapinum (‘Gejstlighedens Skifteprotokol og Gejstlighedens Mødeprotokol’).
Umframt hetta er eisini eitt kopi av fólkateljingini frá 1935 lagt út á history.fo.
Við hesi umfatandi útlegging, fáa viðskiftafólk Tjóðskjalsavnsins nógv lættari atgongd til tilfar, sum áður bert hevur verið tøkt á lesistovuni. Tjóðskjalasavnið vónar við hesum tiltaki, at betra um grundarlagið fyri søgugransking, ættargransking og aðrari gransking í Føroyum.
Tjóðskjalasavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald