2019-08-24 10:58
Nógvur vindur var í nátt, og í hesum sambandi fekk løgreglan fleiri fráboðanir um valplakatir, sum vóru farnar í vindinum, skrivar in.fo.
Tí hevur løgreglan í Havn verið og heintað plakatir upp í nátt og buntað tær saman, so tær ikki skulu vera til ampa. Vakthavandi á politistøðini sigur, at summar av plakatunum vóru heldur stórar.
Løgreglan gevur eigarunum boð í dag, so tey kunnu fara eftir plakatunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald