2022-10-12 11:37
Fleiri bátar eru komnir til grindina, sum fyrrapartin varð funnin í Hestfirði. Tað hevur rikið hart í Hestfirði, men nú sær út til at rakstur er komin á grindina, og teir eru í løtuni staddir millum Kirkjubønes og Glyvursnes.
Mett verður at grindin er omanfyri 200 hvalir, men tað ljóðar, at hon gongur í trimum bólkum.
Rikið verður á Sandagerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald