
Løgreglan hevur í gjárkvøldið, í nátt og í morgun fingið fleiri fráboðanir um, at bilar eru farnir á glið í nógvu hálkuni.
Vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn upplýsir, at tíbetur hevur talan bert verið um heilt smáar skaðar. Fráboðanir eru komnar, sum eru í døgnrapportini, men løgreglan hevur ikki havt nakað beinleiðis mál burtur úr nøkrum.
Sambært vaktleiðaranum hevur tað verið talan um bilførarar, ið hava roynt at bremsa, tá teir ikki heilt hava havt tamarhald á bili sínum, men teir eru farnir á glið.
Hetta er hent hjá fleiri í høvuðsstaðarøkinum, einum bilførara í Klaksvík, og millum Selatrað og Morskranes fór ein lastbilur í veitina omanfyri vegin. Av tí at vegurin er so smalur, so var ferðslan tarnað í stóran hálvan tíma, men ringt varð beinanvegin eftir kranabili, og tað gekk skjótt at fáa bilin upp aftur.
Les eisini: Vegurin millum Morskranes og Selatrað stongdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald