Uttanlands

Nógvir hundrað fílar deyðir av ókendari orsøk

Hava ikki uppliva so stórt tal av deyðum fílum í økinum fyrr

2020-07-02 11:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fílar í hópatali eru deyðir í afrikanska landinum Botswana seinastu mánaðirnar. The Guardian skrivar, at talið av deyðum fílum er komið upp á 350. Talan er um fílar av báðum kynum og í øllum aldri.

70 prosent av teimum deyðu fílunum eru funnir hærhendis vatnholum, skrivar bretska blaðið.

- Talan er um hópdeyða á einum støði, sum vit ikki hava upplivað í nógv ár, sigur Dr. Niall McCann við The Guardian. Hann er leiðari fyri varðveitingararbeiðinum í stóra felagsskapinum National Park Rescue.

Ongin veit, hvat orsøkin til nógvu deyðu djórini er. Vanliga doyggja nógv djór meðan turkur er, men tað er ikki galdandi nú. Har er nóg mikið av vatni og mati, skrivar NRK.

Enn eru royndir ikki tiknar av deyðu djórunum, og tí er ikki møguligt at siga í løtuni hvør orsøkin er.

Talan er helst um eitring, antin natúrliga ella mannaskapta. Ella kann talan vera um eitt patogen, okkurt slag av sjúku, sigur McCann.

Tíðliga í mai vórðu 12 deyðir fílar funnir í Okvango-ósoyruni í Botswana. Myndugleikarnir vístu tá aftur, at talan var um veiðisníkar, tí høgtennirnar á djórunum ikki vóru tiknar.

Síðan tá er talið av deyðum fílum fleirfaldað.

Niall McCann undrast yvir, at stjórnin í Botswana ikki hevur gjørt meira fyri at finna orsøkina til deyðu djórini, men sigur, at orsøkin helst er korona smittan.

Hann óttast fyri, at um djórini eru rakt av onkrari smittu, so kann vandi vera fyri, at hetta eisini rakar fólk í økinum.

Mett verður, at upp móti 400 fílar eru deyðir. Í Okvango-ósoyruni liva umleið 15.000 fílar.

Tað kann gerast ein stór vanlukka fyri Botswana, um landið missir so stóran part av fílastovninum. McCann vísir á, at landið longu hevur mist 10 prosent av nashyrningunum orsaka av veiðisníkum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder