Bindifestivalurin í Fuglafirði verður í ár hildin í døgunum 23. til 25. apríl.
Fleiri spennandi fyrilestrar eru á skránni, og av tí at Bindifestivalurin er ein norðurlendskur festivalur, so eru nakrir á donskum og norskum; men teir allar flestu eru á føroyskum.
Tað verða nógv evni havd á lofti hesar dagarnar.
Handaligt
Av fyrilestrum, sum eru um tað handaliga, er alt frá ull til sniðgeving og víðari til spentar vøddar orsaka av binding.
Fleiri fyrilestrar verða um ull. Her reisast nógvir spurningar um eginleikar og dygdir, um eftirspurning og tørv, og um garvað skinn og annað dýrabart tilfeingi. Ein fer at greiða frá um tá hon fann burturtveitta ull, og hvussu hon fekk brúkt hana til “gull og grønar skógir”, eisini frá sniðgeva, sum brúkar ullina sum ráevni.
Av meira søguligum slag verða fyrilestrar um onnur aldargomul kynstur, t.d. nálabinding og brikkaveving, og hvussu nútíðin brúkar tey. Harafturat verður forvitnisligur fyrilestur um brenninotuna og hennara fjalda ríkidømi.
Menniskjaligt
Á tí menniskjaliga økinum strekkja fyrilestrarnar seg frá vøggu til grøv. Greitt verður frá, at lívið er fult av spennandi avbjóðingum, og at tað er sum eitt gjøgnummynstrað plagg í øllum litum.
Møguleiki verður at hoyra um sorgarleikir í sambandi við barnsferð. Um skiftisárini, hvussu ymisk tey kunnu verða, og hvat kann gerast í hesum trupla tíðarskeiði. Eisini verður komið inn á spurningar, um hvussu og hvør formar okkara samleika.
Samfelagsligt
Tað verða eisini fyrilestrar, sum nerta við tað samfelagsliga. Millum annað verður ein um tað sálarliga, um at arbeiða við fólki við avbjóðingum. Komið verður eisini inn á matuppskriftir, matoysl og samarbeiði. Og ikki at gloyma bindingina, ta gleði og tann stoltleika, sum hesin arvur ber við sær inn í nútíðina.
Tey, ið hava armband til Bindifestivalin, kunnu fara til allar fyrilestrarnar. Fyrilestrarnir, sum eru í Mentanarhúsinum um kvøldarnar, eru almennir.
Fyrilestrarnir síggjast á heimasíðuni hjá Bindifestivalinum
http://bindifestival.com/fyrilestrar/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald