Klokkan hálvgum tvey í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at nógvur roykur kom úr einum húsum í Hoyvík.
Tá løgregla og sløkkilið komu á staðið vísti tað seg, at roykurin stavaði úr køkinum. Ein maður, ið var einsamallur í húsunum, var í ferð við at gera mat, men okkurt var galið við ovninum, og fekk hann tí ikki sløkt hann.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at roykur var um øll húsini, og tað bar ikki til at vera inni. Talan var bara um royk og ikki opnan eld.
Tað var ein granni, sum boðaði frá roykinum.
Heitt varð á mannin um at fara á skaðastovuna, tí hann hevði fingið so mikið av royki í seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald