Innanlands

Nógvur vindur

Løgreglan heitir á fólk um at tryggja leysar lutir og tilfar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-30 06:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilt fitt av vindi er í morgun. Løgreglan hevur sent áheitan út um at tryggja  leysar lutir og tilfar, sum kunnu vera til ampa ella skaða um hesi fara á flog í vindinum. Hetta í sambandi við, at boðað verður frá hvirlum upp í ódnarstyrki hesar í dag og í morgin.

Í løtuni verður boðað frá vindi yvir 30 metrar um sekundi á Gjáarskarði, Heltnini, Norðradalsskarði.

Strandferðslan skrivaði í gjár á heimasíðu síni, at roknast kann við fleiri avlýsingum bæði á landi og sjógvi í dag og í morgin.

Fyribils er tað tó bara Smyril, sum boðar frá, at hann bert siglir fyrsta túrin millum Krambatanga og Havnina í morgun, og at tað eisini kann roknast við avlýsingum fyrrapartin í morgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder